20 vilja vera fyristøðufólk í Koltri

20 vilja vera fyristøðufólk í Koltri
Gongst sum ætlað verða fólkini sett í næstu viku at byrja 1. juli
Stórur áhugi er fyri at gerast fyristøðufólk í Koltri.
 
10.05.2024 - 16:00

20 fólk vilja vera fyristøðufólk í Koltri og hava søkt tey bæði størvini, sum vóru lýst leys, eftir at Bjørn Patursson gavst í oynni í vár.

Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, sigur, at setanartilgongdin er byrjað, og gongst sum ætlað, verða fólkini sett í næstu viku at byrja 1. juli.

 

Herleif Hammer er stjóri á Tjóðsavninum. 

 

Handverkarar og akademikarar hava søkt

Millum umsøkjararnar eru fólk við nógvum ymiskum førleikum.

Handverkarar, skrivstovufólk og fólk við akademiskum útbúgvingum hava søkt. Flestu teirra eru føroyingar, men útlendingar eru eisini millum umsøkjararnar, sigur hann.

Talan er um fulltíðarstørv og føst størv.

Annað fólkið fær ein samskipandi lut.  Av og á skulu tey arbeiða saman í Koltri, men í høvuðsheitum skulu fólkini skiftast um at vera í Koltri, sigur Herleif Hammer.

- Ætlanin er, at tey skiftast um at hava frí, tí tað verður ov stríggið at vera bundin alla tíðina, sigur hann.

 

Bjørn Patursson er givin í Koltri.

 

Umfatandi arbeiði

Arbeiðsøkið hjá fyristøðufólkunum er umfatandi.

Tey skulu hava umsjón við ognum landsins í Koltri og skipa fyri, at Koltur støðugt er mannað. Millum annað skulu sjálvboðin manna oynna.

Fyristøðufólkini skulu eisini taka móti ferðafólki, ansa húsdjórunum, fletta ella skipa fyri fletting, og hjálpa savnsvørðum og granskarum Tjóðsavnsins við ymsum uppgávum.

Og tey skulu gera skipanir fyri Koltur, so sum mannagongdir fyri sóttreinsan, gera skilhaldsreglur og hava reingerðina í húsum Tjóðsavnsins.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533