Bátur fór at leka eystanfyri

Bátur fór at leka eystanfyri
Av tí at vandi var fyri, at hann fór at søkka, var tyrla boðsend
Arun hjá Norðoya bjargingarfelag fór út við pumpum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
23.05.2024 - 08:44

Á middegi í gjár fór ein bátur, sum var eystanfyri, at leka.

Av tí at vandi var fyri, at hann fór at søkka, var tyrla boðsend.

Arun hjá Norðoya bjargingarfelag fór út við pumpum. 

Tvær pumpur fóru umborð at lensa.

Báturin var síðani sleipaður til Hvalvíkar. Ein maður var við bátinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214