Allan og Valur skrivaðu íslendska hondbóltssøgu

Allan og Valur skrivaðu íslendska hondbóltssøgu
Føroyski hondbóltsspælarin Allan Norðberg og íslendska felag hansara, Valur, vunnu European Cup ímóti Olympiacos eftir dramatiska brotskastskapping
Allan Norðberg kann nú kalla seg European Cup-vinnara
Mynd: Valur  
 
25.05.2024 - 20:46

Føroyski hondbóltsspælarin Allan Norðberg og felag hansara, Valur, skrivaðu íslendska hondbóltssøgu, tá teir vunnu European Cup í Grikkalandi leygarkvøldið.

Seinni dysturin var hádramatiskur, og brotskastskapping var neyðug, áðrenn Allan Norðberg og liðfelagarnir kundu fegnast um sigurin. Valur er fyrsta íslendska felagið, sum hevur vunnið eina evropeiska kapping.

Royndi føroyski vongurin spældi stóran leiklut í samanlagda sigrinum hjá íslendingunum. Allan Norðberg skoraði trý mál í sjálvum dystinum, og var tryggur úr sjey metrum, tá alt skuldi avgerast við brotskastskapping.

Valur hevði vunnið fyrra dystin, men leiðslan hvarv sum døgg fyri sól frammanfyri stóru griksku fjøldini. Eina løtu vóru grikkar átta mál frammanfyri, men treisku íslendingarnir komu afturíaftur, og tá tað endaði við javnleiki samanlagt, varð farið til brotskastskappingina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493