Kvinnurnar í Havn eisini í verkfall

bannari
Kvinnurnar í Havn eisini í verkfall
Á midnátt í annaðkvøld fer Havnar arbeiðskvinnufelag í verkfall
Havnar arbeiðskvinnufelag fer nú eisini í verkfall.
Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.05.2024 - 06:38

Á midnátt í annaðkvøld fer Havnar arbeiðskvinnufelag í verkfall.

Semingsmaðurin, Terje Sigurðsson, boðaði í gjárkvøldið Føroya arbeiðsgevarafelag og Havnar arbeiðskvinnufelag frá, at Semingsstovnurin endar semingsroyndina uttan at leggja fram semingsuppskot.

 

Stutt eftir boðaði Havnar arbeiðskvinnufelag frá arbeiðssteðgi, sum er lýstur at koma í gildi týskvøldið tann 28. mai kl. 00:00, á midnátt náttina millum týsdag og mikudag.

Arbeiðssteðgurin umfatar allar limir í Havnar arbeiðskvinnufelagi, sum eru settir eftir sáttmála millum Føroya arbeiðsgevarafelag og Havnar arbeiðskvinnufelag, har møgulig skrivlig avtala ikki er gjørd um undantak.

 

Havnar arbeiðskvinnufelag hevur samráðst fyri seg sjálvt, og ikki saman við Føroya arbeiðarafelag, Havnar arbeiðarafelag, Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag, sum á miðnátt í kvøld hava verið í verkfalli í tvær vikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846