Marjun Hanusardóttir í nevndina í Føroya Banka

Marjun Hanusardóttir í nevndina í Føroya Banka
Marjun Eystberg hevur biðið um at sleppa úr nevndini. Eykaaðalfundur verður í bankanum 18. juni
Marjun Hanusardóttir verður nýggjur nevndarlimur í Føroya Banka.
 
27.05.2024 - 09:51

Fyrrverandi løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir, er á veg inn í nevndina hjá Føroya Banka.

Føroya Banki hevur boðað til eykaaðalfund í bankanum 18. juni.

Í innbjóðingini til eykaaðalfundin verður upplýst, at Marjun Eystberg hevur biðið um at sleppa úr nevndini í Føroya Banka. Marjun Eystberg varð vald í nevndina á aðalfundinum í bankanum, 21. mars í ár.

Í hennara stað verður skotið upp at velja Marjuna Hanusardóttir. Hon var løgmansstjóri frá 1996 til 2021, tá hon fór frá fyri aldur. Frammanundan var hon stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

 

Stórar broytingar

Stórar broytingar vóru í nevndini í Føroya Banka á aðalfundinum í mars.

Birgir Durhuus er formaður, Annfinn Vitalis Hansen, nevndarformaður, og hini í nevndini eru Kristian Reinert Davidsen, Árni Tór Rasmussen, Tom Ahrenst og Marjun Eystberg, sum nú biður um at sleppa úr nevndini.

Starvsfólkavaldu nevndarumboðini í Føroya Banka eru Kenneth Samuelsen, Rúna Hentze og Alexandur Johansen.

Marjun Hanusardóttir verður í fyrstu atløgu vald í nevndina til aðalfundin næsta ár. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980