Ferðafólk setast aftur av verkfallinum

Ferðafólk setast aftur av verkfallinum
Bæði hjá Smyril Line og Atlantsflogi merkist tað, at verkfall er í landinum
Verkfallið hevur við sær, at útlendsk ferðafólk setast aftur at koma til Føroya.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.05.2024 - 09:57

Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum rakar nú eisini ferðavinnuna meint.

Bæði hjá Smyril Line og hjá Atlantsflogi uppliva tey nú, at ferðandi, sum hava ætlað sær til Føroya, setast aftur.

 

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, stúrir fyri, at støðan kann fáa avleiðingar fyri Føroyar sum ferðavinnuland.

 

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at hjá teimum hava nógv ferðafólk avlýst ferðina til Føroya.

Støðan er tann sama á skrivstovuni hjá Smyril Line. Har hevur verið friðarligt, men nú koma avlýsingarnar, sigur Henny á Líknagøtu, marknaðarleiðari.

 

Henny á Líknargøtu er marknaðarleiðari á Smyril Line. 

 

Jóhanna á Bergi stúrir fyri, at støðan kann fáa avleiðingar fyri Føroyar sum ferðavinnuland.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

28052024_Ferdafolk_setast_aftur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442