- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein heil bókarúgva á Vágskálini
Bøkur hava verið ein afturvendandi táttur í ummælarasendingini Vágskálin í vetur. Tilsamans hava verið nærum 30 bøkur ummæltar í sendingini. Talan hevur verið um skaldsøgur, yrkingasøvn og bøkur við søguligum innihaldi.
Í sendingini hava serkøn eisini ummælt sjónleikir og listaframsýningar, og í einari sending vórðu røður lagdar undir luppin.
Spurningurin um, hvussu vitlíki ávirkar menniskju, varð viðgjørdur í serstakari sending, og eisini varð ljós varpað á vantandi lesihugin hjá ungum, føroyskan film og frásagnarmedisin.
Læruríkt at fara ígjøgnum
Uni Arge, journalistur, hevur gjørt Vágskálina í vetur, og hann fegnast um, at mong hava viljað ummælt í sendingini, summi rættiliga ofta.
”Tað hevur verið hugaligt at havt so mong væl vitandi og væl orðað fólk í í útvarpsstovuni, og tað hevur eisini verið læruríkt at fara ígjøgnum hesa trivaligu bókarúgvuna,” sigur hann.
Ummælarar í sendingini hava verið:
Sanna Klein, Sámal Soll, Marna Jacobsen, Eilen Anthoniussen, Malan Marnersdóttir, Hans Jacob Kollslíð, Urd Johannesen, Beinir Bergsson, Ben Arabo, Rakel Helmsdal, Ólavur Jakobsen, Uni Leitisstein Hansen, Eirikur Lindenskov, Erling Isholm, Gulla Øregaard, Kinna Poulsen, Gunnvá Zachariassen, Helena Lamhauge-Mortensen, Hans Andrias Sølvará, Sámal Matras Kristiansen, Ivan Niclasen og Pál Weihe.
Verkini skulu sleppa upp at anda
Sum oftast hava tveir ummælarar verið í útvarpsstovuni, og dentur hevur verið lagdur á, at tað, sum høvundarnir lótu úr hondum, eisini slapp at skína.
”Skulu lurtararnir fáa innlit í, hvat ummælararnir tosa um, mugu skrivaðu verkini viðhvørt sleppa upp at anda millum meiningarnar, og tí hava nógv tekstbrot verið lisin upp í sendingunum,” sigur Uni Arge.
Upplesarar hava verið fólk, sum frammanundan starvast í Kringvarpinum.
Kringvarpið fer í næstum at leggja næstu vetrarskrá til rættis, og tá fæst at síggja, um Vágskálin verður aftur.
Hvat: 38. partur av Vágskálini
Hvar: í útvarpinum
Nær: í dag, mikudag, kl. 17.05