- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin

Nansý Sunadóttir er fødd í 1997 og er bachelorur í føroyskum máli og bókmentum. Hetta er hennara fyrsta yrkingasavn.
Fleiri evni eru til viðgerðar í savninum, m.a. samleiki, missur og saknur. Afturvendandi er tann ljósareyði liturin og samfelagsins væntan um, at allar smágentur skulu vera fittar prinsessur.
Frásigarin ger uppreistur ímóti hesi fatan og hatar ljósareytt. Eisini frætta vit, at hon sker seg við knívi fyri at fáa sálarligan linna.
Heðin M. Klein er føddur í 1950 og gav út fyrsta yrkingasavnið longu í 1969. Hann hevur eisini týtt nógvan skaldskap.
Í savninum "Vit skulu upp og avstað" eru bæði upprunayrkingar og týddar yrkingar. Í upprunayrkingunum viðger hann tilveruna, serliga tað lítla og stundum kósleysa menniskja í tí stóra alheiminum.
Heiðin M. Klein málar við fáum, men beinraknum orðum, og Nansý Sunadóttir lýsir fleiri álvarsmál, tó ikki á dapran hátt, halda Sanna Klein og Sámal Soll, sum ummæla søvnini.
Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin
Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.
