Løgreglan heldur seg uttanveltaða

bannari
Løgreglan heldur seg uttanveltaða
Stundum verður løgreglan boðsend, har verkfalsvaktir eru, men alt gongur friðarliga fyri seg.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.05.2024 - 14:09

Løgreglan leggur dent á at halda seg uttanveltaða, og at tveir partar samskifta um, hvussu sleppast kann víðari. 

Tað sigur Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur, nú verkfall er, og løgreglan stundum verður boðsend.

Hoyr samrøðu, sum Elin Witnher Poulsen gjørdi við hann í útvarpstíðindunum:

 

LIVE_-_Steen_Norskov

 

Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hóast onkrar matvørur ikki eru at fáa, er ikki matvørutrot, sigur Átaksráðið. (Savnsmynd)

 

Átaksráðið fylgir gongdini

Átaksráðið hevur viðgjørt støðuna, nú verkfallið gongur á triðju viku.

Ráðið sigur, at sum heild eru ikki stórvegis avbjóðingar. Nóg mikið av brennievni er í landinum í nakrar vikur aftrat, og hóast onkrar matvørur ikki eru at fáa, er ikki matvørutrot.

Trot er heldur ikki á fóðri til neyta-, seyða- og onnur djórahald.

Átaksráðið umrøður støður og evni av stórum samfelagsligum týdningi og viðurskifti, sum kunnu hótta veitingartrygdina til týðandi øki í samfelagnum.

Ráðið hittist eina ferð um vikuna og fylgir gongdini gjølla.

Fastir limir í Átaksráðnum eru Arbeiðs- og Brunaeftirlitið, Vørn/MRCC, Føroya Politi, Arktisk Kommando, Umhvørvisstovan, Kommunufelagið/kommunala tilbúgvingin og Heilsustýrið. Átaksráðið vísir til Kreppuráðið fyri Føroyar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858