Verkfallið heldur fram

bannari
Verkfallið heldur fram
Samráðingarnar á Hotel Føroyum eru slitnaðar, og verkfallið heldur fram
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.06.2024 - 23:28

Terje Sigurðsson, semingsmaður, váttar beint nú, at samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar enn einaferð eru slitnaðar.

- Báðir partar stóðu ultimativt fast við síni mørk, og tí var ikki grundarlag fyri at koma við einum semingsuppskoti. Í verandi løtu fær Semingsstovnurin als onki gjørt, sigur Terje Sigurðsson.

Semingsmaðurin vil ikki seta tal á, hvat skilir partarnar. Men hann staðfestir, at teir eru ikki til at vika.

- Sum støðan er nú, so er tað heilt vónleyst at samráðast og als onki grundarlag fyri at arbeiða víðari, sigur Terje Sigurðsson.

Hetta merkir, at verkfallið, sum mánadagin hevur vart í fýra vikur, heldur fram. Og i løtuni er Semingsstovnurin ikki partur av loysnini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659