Føroyskt verður nú eisini á Google Translate

Føroyskt verður nú eisini á Google Translate
Eitt nú ber til at tosa tað inn, sum ein vil týða, og til ber at týða bæði heil skjøl, heimasíður og annað við einum klikki
 
27.06.2024 - 15:23

Nú verður føroyska málið partur av Google Translate.

Google hevur í samstarvi við Máltøknidepilin á Fróðskaparsetri Føroya ment førleikarnar at týða føroyskt so mikið væl, at føroyskt nú eisini er partur av ókeypis tænastuni á netinum.

Tað skrivar Setrið á heimasíðu sínari.

 

Hentar funkur

Týðingartænastan hjá Google hevur nógvar hentar funkur. Eitt nú ber til at tosa tað inn, sum ein vil týða, og til ber at týða bæði heil skjøl, heimasíður og annað við einum klikki.

Í fyrstu syftu eru talu- og hoyrifunkurnar og skjalafunkan ikki tøkar á føroyskum, men tað verður longu nú arbeitt við at menna hesar eisini.

Seinasta árið hava vísindastarvsfólk á Máltøknideplinum granskað í føroyskari teldutýðing.

 

Nýggir týðingarmyndil

Arbeiðið hjá Barbaru Scalvini, Iben Nyholm Debess og Anniku Simonsen hevur ført til menning og eftirmeting av nýggjum teldutýðingarmyndlum, og tað er hetta granskingarvirksemið, sum nú hevur ført til sambandið við Google.

Lanseringin av føroyskum máli á Google Translate er júst byrjað, og á Google verður sagt, at tað fer at taka umleið eitt samdøgur, áðrenn øll hava fingið atgongd og finna føroyskt á listanum av málum har.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672