Váttar at starvsfólk búgva í Skálagarði

Váttar at starvsfólk búgva í Skálagarði
Tað er rætt, at starvsfólk í Skálagarði búgva í Skálagarði, váttar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna
Kømur eru tóm, ti starvsfólkatrot er, so starvsfólk brúka tey.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
28.06.2024 - 06:51

Tað er rætt, at starvsfólk í Skálagarði búgva í Skálagarði.

Hetta váttar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu.

Hon spurdi, um fólk úr øðrum londum eru komin at arbeiða í Skálagarði.

Og, um hesi fólkini búgva í Skálagarði.

Sirið Stenberg sigur, at enn er ikki fult virksemi í Skálagarði, tí tað er trupult at fáa skikkað starvsfólk.

Tí er einki virksemi á ovastu hæddini, og starvsfólkini húsast á hesi hæddini. 

Tá stutt er millum vaktir, er ikki óvanligt, at starvsfólk sova í tómu kømurunum. 

Soleiðis var eisini, áðrenn danskir vikarar komu.

Danskir vikarar 

17. juni byrjaðu trý fólk frá danskari vikarstovu í Skálagarði.

Tey eru fyribils sett í 14 dagar.

Fýra fólk, sum hava seinheilaskaða, hava fastan bústað í Skálagarði. Og tvey hava fyribils bústað har.

Eingin er í umlætting, tí starvsfólkatrot er.

Í Skálagarði er pláss fyri 15 fólkum. 

Hetta krevur 24 fulltíðarsett starvsfólk, sigur landsstýriskvinnan. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763