Skúgvur vann sín fyrsta róður í ár

Skúgvur vann sín fyrsta róður í ár
Minni enn eitt sekund var ímillum tríggjar teir fremstu bátarnar hjá 6-mannaførum við monnum. Skúgvur úr Sandavági fór fyrstur um málstrikuna og fekk sín fyrsta sigur í ár
02.07.2024 - 20:28

Hvalurin av Eiði hevði vunnið allar FM-róðrarnar, tá seksmannaførini við monnum settust við árarnar í fjarðastevnu síðsta vikuskiftið.

Tá gekk ikki longur. Í einum framúr spennandi róðri, har minni enn eitt sekund var ímillum tríggjar teir fremstu bátarnar, fór Skúgvur úr Sandavági fyrstur um málið og fekk sín fyrsta sigur í ár.

 - Hatta var ein ræðuliga harður róður. Eg havi ikki opplivað sovorði fyrr, segði Símun Tórur Joen-Jacobsen á Skúgvi.

 - Deyðsjógvurin her í Vestmanna er nokkso tungur at rógva í.

Hetta er fyrstu ferð, tit vinna. Hava tit gjørt nakað øðrvísi?

 - Nei, vit hava bara knoklað og vant ordiliga hart og rættað teir feilirnar, sum er, segði Símun Tórur Joen-Jacobsen á Skúgvi, sum ætlar at vinna teir róðrarnar, sum eftir eru. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179