Matvørur og drykkivørur dýrka framvegis

Matvørur og drykkivørur dýrka framvegis
Kjøtið er vorðið seks prosent dýrari, tó er neytakjøtið bíligari nú enn í mai í fjør
Fruktin er eisini dýrkað seinasta árið, visa tøl hjá Hagstovuni. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
09.07.2024 - 09:05

Bæði matvørur og drykkivørur dýrka framvegis í Føroym.

Serliga fiskur, kjøt, svínakjøt, lambskjøt og frukt eru vorðin dýrari frá mai í fjør til mai í ár.

Kjøtið er vorðið seks prosent dýrari, tó er neytakjøtið bíligari nú enn í mai í fjør.

Epli og vørur, sum er gjørdar úr eplum, eru vorðin dýrari, skrivar Hagstovan.

Men søtmeti, serliga etandi, men eisini drekkandi, er eisini dýrkað nógv.

Neytakjøt, matarolja og kaffi eru vorðin bíligari nú enn í mai í 2023. 

Mjólk, ostur og egg eru dýrkað minni enn eitt prosent. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115