Vigdis Johannesen: Forkvinna í eitt lívsskeið

Vigdis Johannesen: Forkvinna í eitt lívsskeið
Vigdis Johannesen hevur verið forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag í meira enn 30 ár. Nú hevur hon lagt frá sær. Her er eitt portrett av stríðskvinnuni.
10.07.2024 - 08:58

"Eg havi ongantíð skilt, at arbeiðsfólk skulu vera øðrvísi viðfarin". Soleiðis sigur Vigdis Johannesen, sum júst hevur lagt frá sær sum forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag eftir 30 ár. 

Tað var ikki ætlanin at stilla upp. Tvørturímóti var tað nærum av tilvild, at hon eftir áheitan frá táverandi forkvinnu stillaði upp. 

"Hvørki hon ella eg væntaðu, at eg bleiv vald"

Vigdis Johannesen, fyrrverandi forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag

 

"Tíverri var eg vald", hugsaði hon tá limirnir á einum aðalfundi á Hotel Hafnia valdu hana til forkvinnu í Havnar Arbeiðskvinnufelag. 30 ár eru tó liðin, síðani hesin aðalfundurin var. Og nú hevur Vigdis Johannesen loksins valt at lagt frá sær sum forkvinna.

Ernast er hon av, at tað eydnaðist at fáa sáttmála við tað almenna. Og hóast hon nú er givin sum forkvinna, so eru enn mál, sum hon vónar, gerast veruleiki í framtíðini. Eitt nú arbeiðsútbúgvingarskipanir, sum onnur lond hava sett í gildi, men sum enn vantar her heima.  

Her er eitt portrett av stríðskvinnuni.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229