Ferðsluóhapp í rundkoyring - bilurin vrak

Ferðsluóhapp í rundkoyring - bilurin vrak
Tvey ung fólk vóru í bilinum, og tey vórðu flutt á Landssjúkrahúsið
Eingin inngruni er um rúsdrekka ella rúsevni, sigur politiið. (Savnsmynd)
 
11.07.2024 - 08:33

Ov nógv ferð var helst orsøkin til eitt ferðsluóhapp í rundkoyringini vestan fyri Norðskálabergholið í nátt.

- Eingin illgruni er um rúsdrekka ella rúsevni, sigur politiið.

Fráboðanin um óhappið kom klokkan nítjan minuttir yvir tvey í nátt.

Bilurin vrak
Tvey ung fólk vóru í bilinum, sum kom úr bergholinum. Bilurin gjørdist vrak.

Fólkini vóru flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Eingin ábending var um stóran fólkaskaða, men ungu fólkini gramdu seg um pínu her og har.

Bilurin fór í helluna við rundkoyringina og endaði okkurt um hundrað metrar inni á vegnum til Eiðis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037