Forsetin var aftur mismæltur

Forsetin var aftur mismæltur
Joe Biden kallaði Kamalu Harris, varaforseta, fyri Trump, og ukrainska forsetan, Zelenskyj, fyri Putin
Joe Biden, forseti, helt tíðindafund í sambandi við, at Nato-toppfundurin endaði.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.07.2024 - 11:06

Atfinningarnar móti amerikanska forsetanum, Joe Biden, halda fram. 

Eftir hólmgonguna 27. juni skal heimsin valdmiklasti maður nú prógva, at hann er nóg væl fyri likamliga og mentalt at taka eitt skeið aftrat sum forseti.

Á tíðindafundinum í gjár í sambandi við, at toppfundurin í Nato endaði, var forsetin aftur mismæltur, tá ið hann skuldi geva ukrainska forsetanum, Zelenskyj, orðið. Tá segði Joe Biden: "Eg gevi nú Putin, forseta, orðið".

Men Zelenskyj slóg hetta upp í glens og segði: "Eg eri dugnaligari enn Putin".

 

12072024_Biden_og_Zelenskyj

 

Joe Biden og Zelenskyj. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Biden var eisini mismæltur ,tá ið hann var spurdur um førleikarnar hjá Kamelu Harris til at vinna á Donaldi Trump, um hon stendur ovast á atkvøðuseðlinum. 

Og tá var Biden mismæltur og kallaði Harris fyri Trump:

 

12072024_Biden_um_Harris
 

Nøkulunda

Lotte Mejlhede, korrespondentur hjá danska TV2, var á tíðindfundinum.

Hon sigur, at Biden kláraði seg nøkulundð á tíðindafundinum, men 'nøkulunda' er ikki nóg gott:

 

12072024_Mejlhede

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120