Handverksmeistarar: Lønarskatturin alt ov høgur

Handverksmeistarar: Lønarskatturin alt ov høgur
Løgmaður eigur at fara í arbeiðsklæðini og lækka skattin, so vit kunnu kappast við norðmenn, sigur Handverksmeistarafelagið
 
11.10.2013 - 09:38

Handverksmeistarar í Føroyum kunnu ikki gjalda somu lønir sum starvsfelagar teirra í Norra. Í hvussu so er ikki so leingi sum lønarskatturin í Føroyum er hægri enn í Norra.

Tað fekk ilt í handverksmeistarar, tá teir mánakvøldið hoyrdu løgmann siga í Degi og Viku, at teir kunnu geva sínum fólki eina ordiliga løn, so handverkararnir ikki fara til Norra at arbeiða. Men so einføld er loysnin ikki, sigur Handverksmeistarafelagið.

Ov høgur lønarskattur

Høgi føroyski lønarskatturin ger, at føroyska tímalønin skal vera nógv hægri enn tann norska, um ein handverkari skal hava tað sama eftir við at arbeiða í Føroyum sum í Norra, sigur felagið. Felagið sigur, at nógvir handverksmeistarar í Føroyum lata meira í løn enn sáttmálin sigur fyri at fáa fólk.

Men tað ber ikki til hjá føroyskum arbeiðsgevarum at gjalda norskar lønir uttan so, at rokningarnar til kundarnar eisini fara at líkjast teimum norsku. Harafturat er tað drepandi fyri kappingarførið hjá vinnuni, um lønirnar hækka so nógv, uttan at tað er grundað á hægri virðisskapan.

Í Norra ger virðisskapanin í oljuvinnuni, at til ber at hava so góðar lønir. Í Føroyum klára vit ikki enn at skapa virði, sum kunnu kappast við oljutjóðina Norra, sigur Handverksmeistarafelagið.

Løgmaður má í arbeiðsklæðini

Men var skatturin í Føroyum líka lítil, ella minni enn tann, sum føroyskir handverkarar rinda í Norra, hevði tað sannlíkt eydnast at varðveitt ein munandi part av handverkarunum í Føroyum, er niðurstøðan hjá Handverksmeistarafelagnum. Felagið biður tí løgmann sjálvan fara í arbeiðsklæðini og fáa skattin niður og gera tað lættari at fáa útlendskar handverkarar til Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. oktober
Góðan morgun Føroyar
182657
Mánadag 28. oktober
Morgunlestur mánadagur 28. oktober 2024
182552
Sunnudag 27. oktober
Bolero 27. oktober 2024
182620
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 26. oktober
Sært tú fuglin? II (2:2) - teknmálstulkað
182605
Leygardag 26. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182600
Leygardag 26. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182599
Fríggjadag 25. oktober
Veðrið
182590
Fríggjadag 25. oktober
Breddin: Rúsevni og politiska støðan
182580