Kostaði nógv at fara í barnsburðarfarloyvi

Kostaði nógv at fara í barnsburðarfarloyvi
Vit hava framvegis stríðið, fyri at tað ikki skal kosta okkum at fáa børn, til góðar, heldur Kristina Háberg, ið setir orð á, hvat tað kostaði sær at fara í barsil
Kristina Háberg, ið er útbúgvin sosialráðgevi og hevur kandidat í pedagogiskari sálarfrøði, heldur, at tíðin er búgvin til at tosa um fíggjarliga smeitin av at fara í barsli
 
24.07.2024 - 16:45

Næstan onnurhvør kvinna í aldrinum 20 til 40 forvinnur meira enn 30.000 krónur um mánaðin, sum er hámarkið fyri barsilsgjaldið. Ein av hesum kvinnunum er Kristina Háberg. Hon tekur nú blaðið frá munninum, og sigur sína hugsan um hetta. 

 

Fíggjarligur smeitur fylgir við

- Seinastu fýra árini havi eg verið í barnsburðarfarloyvi tvær ferðir. Við øllum tí gleðiliga, sum kemur við børnunum, fylgir tó ein fíggjarligur smeitur. Ein part av tíðini heima saman við nýføddu børnunum fekk eg løn frá arbeiðsgevaranum hjá mær. Men til samans hesi seinastu árini havi eg í umleið átta til níggju mánaðir fingið 25.000 kr. útgoldnar úr barsilsskipanini. Altso so nógv, sum eg kundi fáa við gamla hámarkinum. Hesar mánaðirnar havi eg, umframt pensjón, mist millum 100 til 150.000 krónur í løn. 

 

Hetta snýr seg ikki um meg

- Eg haldi, at tað er tiltrongt, at tað verður tosað meira um fíggjarlig viðurskifti í sambandi við barnsburðarfarloyvi. Og eitt, sum eg vil leggja dent á, er, at hetta snýr seg ikki um meg og mína løn. Hetta snýr seg um øll, bæði menn og kvinnur, sum fara niður í løn, tá tey fara heim at taka sær av einum nýføddum barni. Tað haldi eg ikki, er í lagi. 

 

Barsilsskipanin má fylgja tíðini

- Eg eigi trý børn, og fyrsta barnið fekk eg, tá eg var 25 ára gomul. Næsta og triðja barnið fekk eg, tá eg var 36 og 39 ára gomul. Tað gingu sostatt góð 10 ár frá tí, at eg var í barnsburðarfarloyvi fyrstu ferð til aðru ferð. Ta tíðina havi eg nomið mær útbúgving, fingið gongd á mína starvsleið, havi verið á arbeiðsmarknaðinum í nógv ár, og keypt mær eini hús.  

Barsilsskipanin fylgir ikki tíðini, og tað svíða foreldrini fyri

Kristina Háberg

 

Ótíðarhóskandi hækking

- Tað merkir, at mín fíggjarstøða er rættiliga nógv broytt hesi árini. Men barsilsskipanin er ikki nógv broytt, og er tað rætt, havi eg hug at spyrja? Tí samfelagið broytist so skjótt. Fólk eru nú eitt sindur eldri, tá tey fáa børn. Kvinnur útbúgva seg í størri mun og tjena allarhelst meira. Tí er barsilsskipanin og nýggjasta hækkingin ótíðarhóskandi.

 

Fleiri orsøkir til, at hámarkið átti at ligið hægri

- Ein tann størsta atvoldin til strongd í familjum er ein sperd fíggjarlig støða, og tað er tann týdningarmesta orsøkin til, at eg haldi, at hámarkið átti at ligið hægri. Eitt annað er, at eitt rímiligt hámark kanska hevði eggjað familjum til at fingið fleiri børn. Í løtuni fellir burðartalið, og hóast vit ikki vita hví, so er tað nærliggjandi at hugsa, at ein partur av orsøkini til tað er tað fíggjarliga. 

Vit eiga ikki at undirmeta týdningin av, hvat pengar hava at siga fyri eina familju. 

Kristina Háberg

 

Vit mugu tosa um hetta

- Eg hugsi, at ein orsøk til, at barsilsgjaldið ikki hevur fylgt tíðini, kanska er, at vit tosa ov lítið um hetta. Tíðin í barnsburðarfarloyvi er lutfalsliga stutt, og tá hon er farin, so fara vit víðari og hugsa gott er. Men tað slepst ikki undan, at vit hava mist løn í hesum tíðarskeiðinum, og at tað er júst í hesum tíðarskeiðinum, at lívslangi fíggjarligi munurin millum kvinnur og menn byrjar. Vit eiga at tosa meira um hetta og ikki undirmeta týdningin av, hvat pengar hava at siga fyri eina familju. 

 

Enn er nógv at stríðast fyri

- Tað er gleðiligt, at hámarkið júst er hækkað, men tað er ikki nokk. Í dag hava vit fleiri kvinnuligar politikarar enn nakrantíð. Hóast eg haldi, at mannligir politikarar hava júst somu ábyrgd hesum viðvíkjandi, so hevði eg ynskt, at fleiri av kvinnuligu politikarunum settu sjóneykuna á barsilsskipanina. Saman hava vit kvinnur stríðst fyri so mongum saman við góðum úrslitum. Men vit hava framvegis stríðið fyri, at tað ikki skal kosta okkum at fáa børn, til góðar. 

 
 
KRISTINS_HAABERG_LONG
 
Kristina Háberg er útbúgvin sosialráðgevi og hevur kandidat í pedagogiskari sálarfrøði. Hon starvast sum deildarleiðari í barnaverndini hjá Tórshavnar kommunu.
 
 
 

Lønarlagið hjá løntakarum í Føroyum í aldrinum 20 til 40

 
Kelda: Hagstova Føroya
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Jólakonsert úr SALT (2:2)
149967
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185569