Japanska stjórnin sjósetur dating-app fyri at steðga fólkaminking

Japanska stjórnin sjósetur dating-app fyri at steðga fólkaminking
Farnu 15 árini eru fleiri japanarar jarðaðir enn føddir. Og í ár setur árliga minkingin í fólkatalinum met
Mynd: Shutterstock.com  
 
25.07.2024 - 13:59

Fólkatalið í Japan hevur verið minkandi í fleiri ár og í ár er onki undantak. 

Farnu 15 árini eru fleiri japanarar jarðaðir enn føddir. Og í ár setur árliga minkingin í fólkatalinum met. 

Tað vísa nýggj tøl frá japansku myndugleikunum.

1. januar í ár var fólkatalið í Japan knappar 125 milliónir. Tað er knøpp hálv millión minni samanborðið við 2023.

Føðitíttleikin er á 1,3, sum er langt frá 2,1, sum føðitíttleikin skal vera, um fólkatalið skal vera støðugt.

 

Mett sum kreppustøða

Minkandi fólkatalið verður nú mett sum ein kreppustøða í landinum, sigur Philip Róin, sum er tíðindafólk hjá Danska Kringvarpinum í Asia. 

Ein av mettu orsøkunum til, at japanarar fáa alsamt færri børn, er sambært Philip Róin, at kvinnurnar seinastu árini í størri og størri mun eru komnar inn á arbeiðsmarknaðin. Arbeiðsvikan í Japan er 60 tímar og hetta sampakkar ikki væl við at fáa børn.

Japansku myndugleikarnir seta nú eina røð av tiltøkum í verk, sum skulu økja um burðartalið, millum annað spurnakanningar og eina nýggja sokallaða "dating app".

Samstundis hevur japanska fyritøkan Oju Holdings boðað frá, at tey halda uppat við at framleiða barnablæur, eftirsum at sølan er minkað so nógv. Í staðin fara tey at økja um teirra úrval av blæum til vaksin og eldri fólk. Tað sigur fyritøkan, sambært BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098