Sverri Sandberg Nielsen: "Góður róður, men eg kann rógva betur"

Sverri Sandberg Nielsen: "Góður róður, men eg kann rógva betur"
"Tað var ikki pínuleyst, og tað er ikki gott at skula kappast undir sovorðnum umstøðum. Men eg róði væl, men eg kann eisini rógva betur," sigur Sverri Sandberg Nielsen
Sverri Sandberg Nielsen róði seg lættiliga víðari í morgun
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
27.07.2024 - 11:12

Sverri Sandberg Nielsen róði seg flúgvandi í finaluna, tá hann í morgun róðið innleiðandi róðurin við OL í París. 

Stóri spurningurin undan róðrinum var ikki, um Sverri megnaði at rógva seg víðari, men meira hvussu fór at vera við ryggpínuni, ið føroyski rógvarin hevur drigist við síðstu dagarnar. 

"Tað var ikki heilt pínuleyst at rógva í dag, og tað er ikki gott at skula kappast undir sovorðnum umstøðum. Men nú eru vit í gongd, og tað gekk væl, so eg byrja at blíva meira tryggur við, at ryggurin skal nokk halda, og tað skal nokk fara at ganga."

Sverri Sandberg Nielsen helt ikki, at ryggtrupulleikarnir ávirkaðum hann undir róðrinum. 

"Tað ávirkar meg ikki meir enn á tann hátt, at eg hugsaði um ryggin, meðan eg róði. Eg haldi, at eg róði væl, men eg haldi eisini, at eg kann gera tað betur."


Mynd: Ritzau/Scanpix
 

Byggir upp

Rógvikappingin til einari olympiskar leikir er rættiliga drúgv, og tað er nakað, ið Sverra Sandberg Nielsen kennir væl til og dámar væl. 

"Eg havi fingið eina góða byrjan, og at eg havi nakrar dagar at rætta nøkur ting, og at sleppa út at venja eitt sindur. So júst tað kundi ikki verið betri. Tað er soleiðis við hesum kappingunum, at tað tekur langa tíð. Eg byggi upp til finaluna."

Sverri Sandberg Nielsen ásannar, at mann kemur ikki sovandi til nakað til eitt OL.

"Sjálvandi noyðist mann út at rógva skjótt í teimum innleiðandi róðrunum og í fjórðingsfinaluni. Tað er krúthørð kapping beinavegin í sovorðnum kappingum, men tað snýr seg nógv um at hækka støðið so líðandi frá innleiðandi róðrunum, til fjórðingsfinaluna, til hálvfinaluna og so finaluna."

Men niðurstøðan er greið:

"Hetta var ein góður róður, men eg haldi, at kann rógva betur enn hatta."

 

* Samrøðuna við Sverra Sandberg Nielsen gjørdi Jakob Melgaard í París fyri Kringvarpið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. november
Vikuskiftið 9 nov 2024
183319
Fríggjadag 8. november
RagnarRokk:Neal Morse um No Hill For A Climber
183242
Fríggjadag 8. november
Góðan morgun Føroyar
183285
Fríggjadag 8. november
Morgunlestur fríggjadagur 8. november 2024
183014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. november
Veðrið
183323
Fríggjadag 8. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183283
Hósdag 7. november
Fólksins rødd - um kommunuvalið (2:4)
183254
Mikudag 6. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
183221
Mikudag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183172