Pensjónsaldur hækkar

Pensjónsaldur hækkar
Fólkapensjónsaldurin hækkaði 1. juli. Hann hækkar aftur 1. januar 2030 og síðani í 2035
Pensjónsaldurin hækkar.
 
29.07.2024 - 14:14

Fólkapensjónsaldurin hækkar.

Sambært galdandi løgtingslóg um almannapensjónir hækkaði fólkapensjónsaldurin tann 1. juli í ár upp í 67 og hálvt ár.

1. januar 2030 hækkar hann upp í 68 ár. 
 

Landsstýrið sigur, at lógin um almannapensjónir ásetur, at síðani skal pensjónsaldurin ásetast í løgtingslóg 10. hvørt ár við einari 10 ára freist, fyrstu ferð í 2025 galdandi frá 2035. 

Landsstýriskvinnan í almannamálum fer at leggja uppskot fyri løgtingið um at hækka pensjónsaldurin galdandi frá 2035. 

Tað uppskotið kemur væntandi í tingið fyrst í 2025.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114