Løgmaður gloppar aftur dyrnar til samstarv við fólkaflokkin

Løgmaður gloppar aftur dyrnar til samstarv við fólkaflokkin
"Tíðin er farin frá blokkpolitikki," segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í sínari løgmansrøðu
Løgmaður heldur ólavsøkurøðuna 2024, tá tingið bleiv sett
Mynd: Bárður Lydersen  
 
30.07.2024 - 05:10

Løgmaður vil hava allar flokkar við, eisini teir í andstøðuni, nú politikkurin fyri framtíðina skal gerast.  

Tíðin er farin frá blokkpolitikki.

Summi mál eru ov stór til flokspolitiska togtogan, segði hann í frágreiðing sínari í tinginum í dag. 

"Vit bjóða tí øllum flokkum til borðið," segði hann. 

Vit eru til reiðar at førka okkum, segði løgmaður, sum var semjusøkjandi í frágreiðing sínari.

 

Allir flokkar bodnir á fund

Løgmaður nevndi langtíðarhaldførið, bústaðarmarknaðin, uttanríkispolitiska virkisførið, útlendingaøkið, og hvussu vit knýta Suðuroynna upp í hinar oyggjarnar.

Tað týdningarmesta eru breiðar semjur um langtíðarhaldførið og vælferðina hjá børnunum.

At tryggja langtíðarhaldførið krevur langtíðarloysnir. Langtíðarloysnir krevja langtíðarsemjur. 

Saman við landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum havi eg kallað allar flokkar á fund eftir ólavsøku, segði Aksel V. Johannesen.

 

Aksel_gloppar_dyrnar_fyri_folkaflokkinum


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203