- Tíðindi, mentan og ítróttur
Summarferian hjá løgtingsfólkum er ikki long
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sjukraroktarfr._i_logtinginum-11.jpg?itok=zPO8ffaQ)
Í oddagrein í Vikuskiftisblaðnum hjá portalinum verður fílst á longu summarferiuna hjá tingfólkum.
Men orsøkin til, at tingið ikki er saman fyrstu vikurnar í august er, tí ongi mál eru løgd fyri løgtingið enn, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna.
Tingfólk fóru í feriu 23. mai og tá løgmaður helt ólavsøkurøðu hevði løgtingsformaðurin, sum var til staðar, onki at leggja fram.
Ingi Samuelsen, sum hevur skrivað oddagrein í Vikuskiftisblaðnum hjá portalinum, sigur, at niðurstøðan sostatt má vera, at hóast langan løglista so hevði landsstýrið og samgongan onki upp á hjarta til viðgerðar ella samtyktar.
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, er ósamd í hesi niðurstøðuni. Hon sigur, at orsøkin til, at tingið ikki er saman fyrstu vikurnar í august er, tí ongi mál eru løgd fyri løgtingið enn.
August mánaður plagar at vera friðarligur. Tó so, til fyri nøkrum árum síðani plagdu fiskidagarnir at verða lagdir fyrst um hesa tíðina - tá skuldi tað gerast áðrenn 18. august. Men fiskidagarnar ásetir løgtingið ikki longur, og tí er mánaðurin rættiliga friðarligur, greiðir Bjørt Samuelsen frá.
Hoyr Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu, greiða frá í tíðindunum kl. 18.00 her: