Varðhaldsfongslingin av Watson longd í tríggjar vikur

Varðhaldsfongslingin av Watson longd í tríggjar vikur
Rætturin í Nuuk hevur í dag avgjørt, at Paul Watson skal framhaldandi sita varðhaldsfongslaður
Paul Watson skal framhaldandi sita varðhaldsfongslaður. Tað hevur rætturin í Nuuk í dag avgjørt
Mynd: Savnsmynd  
 
15.08.2024 - 14:37

Í dag skuldi rætturin í Nuuk gera av, um Paul Watson framhaldandi skal vera í varðhaldi.

Dómur er nú sagdur í málinum, og Paul Watson skal sita varðhaldsfongslaður fram til 5. september, har hann skal bíða eftir avgerðini frá danska løgmálaráðnum, hvørt hann skal útflýggjast til Japans ella ikki.

Sermitsiaq skrivar, at Paul Watson fekk loyvi at koma til orðanna í rættinum, men rætturin noktaði at síggja videoupptøkur úr Whale Wars-røðini, sum verjin hjá honum annars ynskti at vísa rættinum, tí ákæruvaldið førdi fram, at tað fór ikki at bera til at kanna, um videobrotið varð manipulerað.

Í samband við úrskurðin, so segði dómarin, at útsagnirnar hjá Paul Watson í dag ikki broyta støðuna.

Tað var í 2010, at japanskir myndugleikar góvu boð um, at Paul Watson skuldi handtakast fyri eina atsókn í Antarktis, har hann legði seg út í arbeiðið hjá hvalaveiðifólki úr Japan.

Boðini um at handtaka Paul Watson hava staðið við líka síðani 2010.

Paul Watson hevur kært avgerðina til grønlendska landsrættin, sum nú skal gera avgerð í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325