Mong vilja geva Saltsøluni nýtt navn

Mong vilja geva Saltsøluni nýtt navn
Tórshavnar kommuna hevur fingið 149 uppskot um navn
 
15.10.2013 - 08:08

Hóast eingin vinningur verður latin, tí talan er ikki um eina kapping, er ovurhonds stórur áhugi at finna gomlu Saltsøluni í Havn nýtt navn.

Tórshavnar kommuna hevur í fýra dagar fingið 149 uppskot um navn. Saltsølan verður umbygd til vinnuhús hjá sjóvinnu og oljuvinnu, 2600 fermetrar av skrivstovum til 300 fólk.

Tórshavnar havn og vinnan standa fyri arbeiðinum at gera Saltsøluna á Vestaru bryggju til vinnuhús.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552