Álopsmaður í Týsklandi settur í samband við IS

Álopsmaður í Týsklandi settur í samband við IS
26 ára gamli maðurin hevur játtað seg sekan
 
25.08.2024 - 11:38

Týska ákæruvaldið hevur illgruna um, at ein 26 ára gamal maður, sum hevur játtað seg sekan í at hava dripið trý fólk við knívi fríggjakvøldið, er limur í yvirgangsbólkinum IS.

Tað skrivar norska kringvarpið.

Maðurin møtti sjálvboðin hjá løgregluni í gjárkvøldið og verður nú kannaður í samband við yvirgangsbólkin.

IS hevur tikið ábyrgd av álopinum, sum fór fram í Solingen í Týsklandi, tá ein maður við knívi leyp á tilvildarlig fólk, sum vóru til hátíðarhald í býnum.

Umframt tey trý, sum lótu lív, vórðu átta onnur særd - og fimm teira vórðu álvarsliga særd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815