Spennandi fótbóltsdystir í kvøld

Spennandi fótbóltsdystir í kvøld
Fremstu liðini í Betrideildini við monnum, Víkingur og HB, vitja hjá ávikavist B36 og NSÍ í týðandi dystum. Kvinnurnar hjá HB og NSÍ spæla hálvfinalu í steypakappingini
Gezá Dávid Turi og Víkingur skulu á vitjan hjá B36 í Gundadali í dag
Mynd: Leit  
 
27.08.2024 - 14:59

Tveir spennandi dystir í Betrideildini við monnum verða spældir í kvøld. 

Oddaliðið, Víkingur, vitjar B36 í Gundadali. Liðini spældu fyri kortum, og ta ferðina vann Víkingur tepurt 2-1, við tveimum brotssparksmálum frá Atla Gregersen.

Víkingur tapti seinnu hálvfinaluna í steypakappingini fyri HB fríggjakvøldið, og spurningurin er, um 4-3 tapið kann órógva oddaliðið úr Sarpugerði ímóti B36, sum hevur sæð betri út síðstu vikurnar. Arnbjørn Svensson var vístur av vølli í dystinum ímóti HB, og tí skal nýggjur maður í miðverjuna hjá Víkingi undir liðina á Atla Gregersen.


Áki D. Samuelsen hevur ikki spælt í seinastuni, og er ivasamur til dystin ímóti NSÍ í kvøld. Jelle Van der Heyden og B36 taka ímóti Víkingi í Gundadali. (Mynd: Leit)


HB eltir Víking, og skal tað eydnast at fáa oddaliðið aftur, er neyðugt at vinna á NSÍ við Løkin. HB manglar leikbannaðu Mathias Voss og Jákup Thomsen, og ivasamt er, um Áki D. Samuelsen er klárur at spæla. 

Kringvarpið varpar út frá báðum dystunum í kvøld. Byrjað verður eftir tíðindini á nátturða.

Kvinnurnar hjá HB og NSÍ spæla eisini hálvfinalu í steypakappingini. Tann dysturin er á Tórsvølli og byrjar klokkan 18:00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Jambalaja - 281224
185647
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652