Hava ikki amboð at revsa bátar, sum ikki lúka krøvini

Hava ikki amboð at revsa bátar, sum ikki lúka krøvini
Stjórin í Sjóvinnustýrinum heldur, at tað hevði verið betri, um fiskiloyvi og siglingarloyvi vóru knýtt saman
Hans Johannes á Brúgv er stjóri í Sjóvinnustýrinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.08.2024 - 12:22

- Støðan er als ikki í lagi.

Tað sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sum ger vart við, at tað eru sera fáir vinnuligir útróðrarbátar, ið hava galdandi siglingarloyvi.

Og Sjóvinnustýrið hevur ikki neyðugu amboðini at revsa útróðrarbátarnar, sum ikki lúka krøvini.

 

Sum er fáa útróðrarbátar útskrivað fiskiloyvi, uttan at hava galdandi siglingarloyvi. (Savnsmynd)

 

Sambært stjóranum í Sjóvinnustýrinum, hevði tað verið munandi betri, um fiskiloyvi og siglingarloyvi vóru knýtt saman. Tað vil siga, at øll vinnufør verða sýnað, áðrenn tey fáa fiskiloyvi.

Sum er fáa útróðrarbátar útskrivað fiskiloyvi, uttan at hava galdandi siglingarloyvi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

28082024_Hans_Johannes

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329