Borgarstjórar standa spyrjandi

bannari
Borgarstjórar standa spyrjandi
Hvørki Heri Sverrason ella Gerhard Lognberg, borgarstjórar í ávikavist Sands og Skopunar kommunu, eru samdir við tí, sum stóra kommunukanningin hjá Kringvarpinum vísir
Gerhard Lognberg og Heri Sverrason, borgarstjórar í ávikavist Skopunar og Sands kommunu. Teir kenna seg ikki aftur í kommunukanningini hjá Kringvarpinum
 
29.08.2024 - 11:10

Samskiftið millum borgara og kommunu kundi verið væl betri, kommunan er illa samansjóðað og hevur heldur ikki serliga gott orð á sær aðrastaðni í landinum.

Tað heldur ein stórur partur av teimum, sum búgva á Sandi og í Skopun, sambært stóru kommunukanningini hjá Kringvarpinum og Lóðri.

Serliga Sands kommuna stendur seg illa í kanningini, til dømis í spurninginum, um fólk halda kommununa vera væl samansjóðaða. Her fær Sands kommuna eitt umroknað miðaltal uppá 37, sum er væl lægri enn hinar stóru og miðalstóru kommunurnar í landinum.

Spurningur: "Tá ið hugsað verður um kommununa sum heild, hvussu samd/-ur ert tú við hesa útsøgn?: Ein samansjóðað kommuna". Svarmøguleikarnir vóru á einum stiga frá 1 til 7, har 1 var "púra samd/-ur" og 7 "púra ósamd/-ur". Svarini eru síðani umroknað til ein stiga frá 0-100 - jú hægri tal, jú størri nøgdsemi. 91 fólk í Sands kommunu og 73 fólk í Skopunar kommunu svaraðu spurningunum.

 

Fólk í Sands kommunu eru heldur ikki serliga væl nøgd við kunningina og samskiftið millum borgara og kommunu. Eisini í hesum spurninginum er Sands kommuna væl aftanfyri aðrar kommunur í landinum.

Spurningur: "Tá ið hugsað verður um kommununa sum heild, hvussu samd/-ur ert tú við hesa útsøgn?: Góðskan á kunningini/samskiftinum millum borgara og kommunu er góð". Svarmøguleikarnir vóru á einum stiga frá 1 til 7, har 1 var "púra samd/-ur" og 7 "púra ósamd/-ur". Svarini eru síðani umroknað til ein stiga frá 0-100 - jú hægri tal, jú størri nøgdsemi. 91 fólk í Sands kommunu og 73 fólk í Skopunar kommunu svaraðu spurningunum.

 

Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu, heldur, at úrslitið av eini slíkari kanning eisini er tengt at, hvønn tú rakar, tá tú spyr.

- Eg haldi sjálvur, at kommunan er øgiliga væl samansjóðað, sigur borgarstjórin og vísir á, at til seinasta kommunuval stillaðu tveir listar upp, men at so gott sum øll mál hjá kommununi verða einmælt samtykt.

Hann skilir heldur ikki so væl, hví fólk halda kunningina og samskiftið millum borgara og kommunu ikki vera so góða.

- Vit hava eina heimasíðu, sum verður dagførd hvønn tann einasta dag, og so hava vit ein Facebook-vanga til tey lættaru tíðindini, og hann verður øgiliga nógv vitjaður, sigur Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu.

Hoyrið longri samrøðu við Hera Sverrrason her:

Heri_Sverrason_til_heimasidu

 

Fólk í Sands kommunu eru heldur ikki so væl nøgd við fyrisitingina hjá kommununi, og tað eru tey heldur ikki í Skopunar kommunu. Grannakommunurnar eru niðast í spurninginum um fyrisitingina.

Spurningur: "Tá ið hugsað verður um kommununa sum heild, hvussu samd/-ur ert tú við hesa útsøgn?: Eg eri sum heild væl nøgd/-ur við fyrisitingina hjá kommununi". Svarmøguleikarnir vóru á einum stiga frá 1 til 7, har 1 var "púra samd/-ur" og 7 "púra ósamd/-ur". Svarini eru síðani umroknað til ein stiga frá 0-100 - jú hægri tal, jú størri nøgdsemi. 91 fólk í Sands kommunu og 73 fólk í Skopunar kommunu svaraðu spurningunum.
 

Felags fyri báðar kommunurnar er eisini, at fólkið í kommununum ikki heldur, at kommunan hevur eitt serliga gott umdømi aðrastaðni í landinum. Av teimum stóru og miðalstóru kommununum í landinum hevur bert Tvøroyrar kommuna eitt verri umdømi - sambært fólkum, sum sjálvi búgva í kommununi.

Spurningur: "Tá ið hugsað verður um kommununa sum heild, hvussu samd/-ur ert tú við hesa útsøgn?: Kommunan hevur eitt gott umdømi í samfelagnum sum heild". Svarmøguleikarnir vóru á einum stiga frá 1 til 7, har 1 var "púra samd/-ur" og 7 "púra ósamd/-ur". Svarini eru síðani umroknað til ein stiga frá 0-100 - jú hægri tal, jú størri nøgdsemi. 91 fólk í Sands kommunu og 73 fólk í Skopunar kommunu svaraðu spurningunum.

 

Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu, heldur lítið um kanningina sum heild. 

- Her er alt ringt at lesa. Tað stendur enntá her, at Skopunar kommuna, Sands kommuna og Tvøroyrar kommuna ... so hevur mann spurt soleiðis, at vit halda, at hinar kommunurnar halda ilt um okkum, altso eru vit full av undirlutakenslum. Men tað skal eg fortelja øllum, eisini teimum, sum hava gjørt hesa kanningina, at har fara tey skeiv, tí vit halda nógv um okkum sjálvi, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri.

Hann vísir eisini aftur, at kommunurnar í oynni eru so ósamdar um alt.

- Kommunurnar í Sandoynni eru øgiliga nógv á jøvnum føti. Eg veit, at onnur kanska royna at spjaða út um Føroya land, at Sandoyggin er so ósamd um alt. Men tað passar als ikki. Vit samarbeiða um øll tey stóru tingini: Skúlan og eldraøkið og barnaverndarøkið og læknaøkið arbeiða vit saman um. Har standa vit púra saman, sigur Gerhard Lognberg.

Hann hevur boðað frá, at eftir 40 ár sum borgarstjóri í Skopun stillar hann ikki upp aftur á komandi kommunuvali. Spurdur, um hann heldur, at onnur kunnu brúka hesa kanningina í teirra valstríði, er Gerhard Lognberg ivaleysur:

- Tey kunnu ikki brúka hana til skúlan og til barnaansingina, tí tey eru í topp. Vegirnir í bygdini eru væl og virðiliga asfalteraðir, og allir bygningar hjá Skopunar kommunu standa sum eitt prýði, og tá tú koyrir inn í Skopun, kanst tú spegla tær í eini væl røktari bygd. Men eitt má Skopunar kommuna gera: Vit hava júst gjørt eina útstykking, men tað sum eitur bygging, skal uppraðfestast, sigur hann.

Hoyrið longri samrøðu við Gerhard Lognberg her:

Gerhard_Lognberg_til_heimasidu

 

Júst bústaðarmøguleikar er eitt øki, har Skopunar kommuna stendur seg rættiliga væl í mun til aðrar kommunur í landinum. Skopunar kommuna triðovast á listanum fyri føroyskar kommunur, og Sands kommuna er á leið í miðjuni.

Spurningur: "Hvussu nøgd/-ur ert tú við hesi viðurskifti: Bústaðarmøguleikar". Svarmøguleikarnir vóru á einum stiga frá 1 til 7, har 1 var "púra samd/-ur" og 7 "púra ósamd/-ur". Svarini eru síðani umroknað til ein stiga frá 0-100 - jú hægri tal, jú størri nøgdsemi. 91 fólk í Sands kommunu og 73 fólk í Skopunar kommunu svaraðu spurningunum.
 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. desember
Upp á tá - 201224
185450
Leygardag 21. desember
Tríggjar velja jólatónleik
185345
Leygardag 21. desember
Morgunlestur leygardagur 21. desember 2024
184999
Fríggjadag 20. desember
Vikiskiftið 20 desember 2024
185429
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283
Týsdag 17. desember
Føroysk fiktión, 5 partur
185318