Kommunukanning: Nes og Eiði standa seg best

Kommunukanning: Nes og Eiði standa seg best
Stóra kommunukanningin hjá Kringvarpinum vísir, at sum heild eru fólk á Nesi og á Eiði best nøgd við sína kommunu. Størsta ónøgdin er á Sandi, í Skopun og í Kvívík
Á Eiði er gott at vera - tað halda tey sum búgva í kommununi í øllum førum. Eiðis kommuna og Nes kommuna standa seg sum heild best í kommunukanningini hjá Kringvarpinum
 
29.08.2024 - 15:02

Meir enn 3.000 fólk hava svarað í stóru kanningini, sum Kringvarpið og Lóður hava gjørt av kommununum í Føroyum. Kanningin skal vísa, hvat rørir seg millum fólk í kommununum - hvat halda tey vera gott við kommununi, tey búgva í, og hvat kundi verið betri?

Ein partur av kanningini er skipaður soleiðis, at ein spurningur verður settur, og so skal spurdi persónurin á einum stiga frá 1 til 7 siga, hvussu samdur viðkomandi er við spurninginum ella útsøgnina, har 1 er "Púra samd/-ur" ella "Sera væl nøgd/-ur", og 7 er "Púra ósamd/-ur" ella "Sera illa nøgd/-ur". Hesi svarini eru síðani umroknað til eina stigaskipan frá 0-100, og jú hægri talið er, jú størri er nøgdsemið hjá fólki.

Kanningin spyr, hvat fólk í teimum ymsu kommununum halda, men hon spyr ikki, hví tey halda, sum tey gera. Talan er fyrst og fremst um eina kanning, sum vísir, hvat fólk halda um sína egnu kommunu, og so ber til at samanbera millum tær ymsu kommunurnar, hvussu nøgd fólk í kommununi eru.

Niðanfyri er ein gjøgnumgongd av 11 ymsum økjum í kommununi, sum fólk eru spurd um.

Spurningur: "Tá ið hugsað verður um kommununa sum heild, hvussu samd/-ur ert tú við hesa útsøgn?: Kommunan (umhvørvið) er innbjóðandi hjá íbúgvum og vitjandi".

 

Fólk í Sumbiar kommunu halda meir enn onnur, at teirra kommuna er innbjóðandi hjá íbúgvum og vitjandi. Aðrar kommunur, sum standa seg væl í hesum spurninginum, eru Tórshavnar og Eiðis kommuna. Í hinum endanum finna vit Kvívíkar kommunu, Sjóvar kommunu og Viðareiðis kommunu, har fólk í væl minni mun halda, at teirra kommuna er innbjóðandi hjá íbúgvum og vitjandi.

Spurningur: "Tá ið hugsað verður um kommununa sum heild, hvussu samd/-ur ert tú við hesa útsøgn?: Vit hava góð tilboð og umstøður til børn og ung".

 

Eisini í hesum spurninginum stendur Eiðis kommuna seg væl, og tað sama gera Fuglafjarðar, Tvøroyrar, Nes og Vágs kommunur. Fólk á Viðareiði og heima á Sandi halda hinvegin ikki, at teirra kommuna hevur serliga góðar umstøður til børn og ung.

Spurningur: "Tá ið hugsað verður um kommununa sum heild, hvussu samd/-ur ert tú við hesa útsøgn?: Ein samansjóðað kommuna".

 

Eisini í hesum spurninginum finna vit Sumbiar kommunu, Eiðis kommunu og Nes kommunu ovast. Ein samansjóðað kommuna kann hava fleiri merkingar. Til dømis er vert at hava í geyma, at summar kommunur eru fleiri fyrrverandi kommunur, sum eru lagdar saman, og aðrastaðni er bert ein bygd í kommununi. Av teimum stóru samanløgdu kommununum eru tað serliga fólk í Eysturkommunu, sum halda, at kommunan er væl samansjóðað, men eisini í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunum, har fleiri smærri kommunur eru lagstar afturat seinastu árini, er samansjóðingin á eini leið, sambært borgarunum í kommununi. Undantøkini millum hesar størru samanløgdu kommunurnar eru Sunda kommuna og serliga Runavíkar kommuna, har fólk í minni mun halda, at kommunan er væl samansjóðað.

Spurningur: "Tá ið hugsað verður um kommununa sum heild, hvussu samd/-ur ert tú við hesa útsøgn?: Kommunan hevur eitt gott umdømi í samfelagnum sum heild".

 

Hesin spurningurin brýtur eitt sindur frá, tí hann spyr "hvat halda hini um okkum" - hvat halda fólk, at fólk aðrastaðni halda um teirra kommunu. Eisini her eru Nes kommuna og Eiðis kommuna millum tær ovastu, saman við Eysturkommunu, og sjálvsálitið er eisini stórt í Sumbiar kommunu. Verri stendur til í Tvøroyrar kommunu, Skopunar kommunu og Sands kommunu, har fólk ikki rokna við, at onnur hava so høgar tankar um teirra kommunu.

(Rætting: Av misgáum kom skeiv talva til spurningin um umdømið við í hesa greinina. Rætta talvan er nú sett inn í greinina, og teksturin er broyttur samsvarandi)

Spurningur: "Hvussu nøgd/-ur ert tú við hesi viðurskifti?: Barnaansingin".

 

Kvívíkar kommuna er niðarlaga á fleiri økjum í kanningini, men barnaansingin er ikki eitt av teimum. Har skorar Kvívíkar kommuna næstan toppkarakter. Fleiri aðrar kommunur koma eisini upp um 80 stig í barnaansingini, ið er tað økið, sum í kanningini yvirskipað fær best skoðsmál millum fólk kring landið. Men ikki allastaðni. Sumbiar kommuna, sum er millum fremstu kommunur í fleiri av spurningunum, er næstniðast, tá tað ræður um barnaansing - bara Hvannasunds kommuna fær verri skoðsmál. Viðareiðis kommuna og Tórshavnar kommuna standa seg heldur ikki væl í spurninginum um barnaansing.

(Rætting: Av misgáum kom skeiv talva til spurningin um barnaansingina við í hesa greinina. Rætta talvan er nú sett inn í greinina, og teksturin er broyttur samsvarandi)

Spurningur: "Hvussu nøgd/-ur ert tú við hesi viðurskifti?: Fólkaskúlan".

 

Nes kommuna er greitt á odda í spurninginum um, hvussu nøgd fólk í kommununi eru við fólkaskúlan. Hinvegin er Sumbiar kommuna, sum annars er ovarlaga á fleiri økjum í kanningini, millum tey niðastu her, eins og hon er í spurninginum um barnaansing.

Spurningur: "Hvussu nøgd/-ur ert tú við hesi viðurskifti?: Eldraøkið".

 

Eiðis kommuna stendur seg eisini best í spurninginum um eldraøkið. Eiði er við í VEKS-samstarvinum, og tí er eisini áhugavert at síggja, at hinar tríggjar kommunurnar í VEKS (Vestmanna, Kvívíkar og Sunda kommunur) ikki fáa serliga góð skoðsmál frá sínum borgarum í sambandi við eldraøkið - Kvívík er enntá triðniðast. Saman við Eiðis kommunu eru tað kommunurnar við Skálafjørðin og Fuglafjarðar kommuna, sum standa seg best. So eysturoyingar eru sum heild best nøgdir við eldraøkið.

Spurningur: "Hvussu nøgd/-ur ert tú við hesi viðurskifti?: Bý- og bygdarplanlegging".

 

Í spurninginum um bý- og bygdarplanlegging er Sumbiar kommuna aftur ovast. Í hinum endanum finna vit Kvívíkar kommunu, Sunda kommunu og so Klaksvíkar kommunu, sum annars liggur nøkulunda í miðjuni í flestu spurningum í kanningini. Men bý- og bygdarplanlegging er so ikki tað, sum fólk í Klaksvík og har um leiðir eru best nøgd við. Sum heild er spurningurin um bý- og bygdarplanlegging eisini tann, har samlaða stigatalið er lægst - við øðrum orðum, har ónøgdin er størst.

Spurningur: "Hvussu nøgd/-ur ert tú við hesi viðurskifti?: Bústaðarmøguleikar".

 

Bústaðarmøguleikar er eitt av evnunum, sum seinastu árini hava fylt einamest í samfelagskjakinum, og her finna vit størstu kommunu í landinum, Tórshavnar kommunu, á niðasta plássi. Eftirspurningurin eftir bústøðum er størst í høvuðsstaðnum, og útboðið megnar illa at fylgja við. Tað sæst aftur í kanningini. Í næststørstu kommununi í landinum, Klaksvíkar kommunu, eru fólk heldur ikki serliga væl nøgd við bústaðarmøguleikarnar. Ovast finna vit - enn einaferð - Nes kommunu, sum saman við Hvannasunds kommunu hevur borgararnar, sum eru best nøgdir við bústaðarmøguleikarnar í kommununi. 

Spurningur: "Hvussu samd/-ur ert tú við hesar útsagnir: Góðskan á kunningini/samskiftinum millum borgara og kommunu er góð".

 

Fólk í Sumba og í Lopra eru nógv best nøgd við kunningina og samskiftið, sum er millum borgara og kommunu. Hinvegin stendur sambært kanningini heilt illa til í Sands kommunu á hesum økinum. Í størstu kommununum er tað serliga í Runavíkar kommunu, at kunningin og samskiftið út til borgaran kundi verið betri, sambært borgarunum sjálvum.

Spurningur: "Hvussu samd/-ur ert tú við hesar útsagnir: Eg eri sum heild væl nøgd/-ur við fyrisitingina hjá kommununi".

 

Spurningurin um fyrisitingina hjá kommununi hongur eitt sindur saman við undanfarna spurningi um kunning og samskifti millum borgara og kommunu. Og eisini her er Sumbiar kommuna toppskorari. Nes kommuna, sum er ovarlaga á flestu økjum, er næstovast, tá tað snýr seg um fyrisitingina. Hinvegin fáa fyrisitingarnar hjá Skopunar kommunu, Sands kommunu og Kvívíkar kommunu ikki bestu skoðsmál frá sínum borgarum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095