- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gasa: Steðgur í krígnum, meðan koppsett verður fyri polio
Ísrael og Hamas eru vorðin samd um tríggjar daga steðg í krígnum í Gasa, so at íbúgvar kunnu koppsetast fyri polio.
Koppsetingin skal skipast í trimum økjum, tríggjar dagar í hvørjum øki.
Koppsetingin byrjar sunnudagin, og steðgirnir skulu vera millum kl. seks á morgni til kl. trý um dagin, segði talsfólkið fyri heimsheilsustovnin WHO, Rik Peeperkorn, í gjár.
Sambært Peeperkorn, byrja steðgirnir í mið-Gasa við trimum steðgum um dagin, síðani steðga samanbrestirnir har suðuri í Gasa og at enda har norðuri í Gasa.
Peeperkorn sigur, at til ber at leingja steðgin í hvørjum øki til fjórða dagin, um neyðugt.
Álopini halda fram
Álopini á Gasa halda fram við fullari megi.
Sambært palestinskum myndugleikum hava 77 palestinar latið lív í álopunum seinastu 24 tímarnar.
ST-matvørustovnurin hevur steðgað veitingunum í Gasa, eftir at ísraelski herurin skeyt tíggju ferðir eftir einum væl merktum ST-flutningi á eini hernaðaligum eftirlitsstaði.
Talið á deyðum er, sambært palestinskum myndugleikum, nú 40.602 fólk, og 93.855 hava fingið løstir síðani álopið á Ísrael 7. oktober í fjør.
Samráðingar eru millum Ísrael og Hamas um vápnahvíld, og um at býta um fangar og gíslar; men stígur hevur verið í samráðingunum, síðani fleiri gíslar vóru latnir leysir í býti við palestinskar fangar í fjør.
Hesa vikuna setti Ísrael gongd á hernaðarlig álop á hersetta Vestara áarbakka, og tað hevur ST-aðalskrivarin fordømt.