Grønland og Suðurkorea gjørt fleiri avtalur

Grønland og Suðurkorea gjørt fleiri avtalur
Londini hava m.a. avtalað at styrkja samstarvið á ráevnisøkinum
Eftir fundin millum suðurkoreanska forsetan og grønlendska landsstýrisformannin varð skrivað undir fleiri avtalur, m.a. um samvinnu á ráevnisøkinum.

11.09.2012 - 10:10

Grønland og Suðurkorea hava gjørt avtalu um samstarv á fleiri økjum.

Suðurkoreanski forsetin, Lee Myung-Bak, hevur verið á vitjan í Grønlandi og havt samráðingar við grønlendska landsstýrisformannin, Kuupik Kleist.

Eitt skjal, sum varð undirskrivað, staðfestir, at Grønland og Suðurkorea skulu styrkja samstarvið á ráevnisøkinum, m.a. við gransking og sínámillum kunning. Avtalan, sum tó ikki er løgfrøðiliga bindandi, er galdandi í trý ár.

Grønland styrkt sína støðu

Nuna Mineals hevur gjørt avtalu við almenna námsfelagið Korea Resources Corporation, og jarðfrøðiligu stovnarnir í Danmark og Grønlandi hava gjørt avtalu við koreanska jarðisfrøðistovnin.

Kuupik Kleist, landsstýrismaður, sigur eftir toppfundin, at hetta er byrjanin til eitt nýtt, søguligt samband við eina av heimsins størstu ídnaðartjóðum. At suðurkoreanski forsetin hevur vitjað Grønland, vísir, at Grønland hevur styrkt sína uttanríkispolitisku støðu, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904