Eldur í Glyvra skúla í morgun

Eldur í Glyvra skúla í morgun
Skálafjarðar Sløkkilið var skjótt á staðnum og sløkti eldin, men roykur er farin um allan skúlan. Nú verður mett um skaðan og nær skúlagongdin kann takast uppaftur á Glyvrum
Mynd: Runavíkar kommuna  
 
09.09.2024 - 11:52

Nakað eftir at skúlagongdin var byrjað í morgun, varnaðust tey í Glyvra skúla, at roykur rak um skúlan.

Orsøkin var, at eldur var á einum vesi í niðastu hæddini – í vestara partinum nær við fimleikahøllina.

Hetta skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni. 

Skálafjarðar Sløkkilið og løgreglan vóru skjót á staðnum, og eldurin var skjótt sløktur.

 

Ment nú um skaða

Øll vóru evakuerað úr bygninginum, næmingar og lærarar, og meðan næmingarnir vóru fluttir út í Bylgjuna, hittast lærararnir í gamla býráðssalinum í Saltangará.

Roykurin er farin um tað mesta av skúlanum, og nú verður mett um skaðan, og um nær ið skúlagongdin kann takast uppaftur á Glyvrum.

Skúlin letur frætta frá sær aftur, táið eitthvørt nýtt er í málinum.

 

Hoyr samrøðu við Duritu P. Joensen, skúlastjóra, í útvarpstíðindunum: 

 

09092024_Eldur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040