Eingin ætlan at flyta Heilsuskúlan úr Suðuroynni

Eingin ætlan at flyta Heilsuskúlan úr Suðuroynni
Í staðin er ætlanin at styrkja skúlan og útbyggja skipanirnar, sum hann longu hevur, sigur landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum
Heilsuskúlin verður verandi íSuðuroynni.
 
11.09.2024 - 08:59

Eingin ætlan er um at flyta Heilsuskúlan úr Suðuroynni.

Heldur er ætlanin at styrkja skúlan og útbyggja tær skipanir, sum hann longu hevur. 

Her kann talan eitt nú vera um, at næmingar eru eina viku í skúla og eina viku norðanfjørðs. 

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sum hevur svarað einum grein 52a-fyrispurningi frá Súsannu Bertholdsen, løgtingskvinnu.

Millum annað spurdi hon, um kommunurnar kunnu útbúgva heilsuhjálparar og heilsurøktarar uttan um Barna -og útbúgvingarmálaráðið.

 

Súsanna Bertholdsen spurdi Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann, um Heilsuskúlan. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Lyfta í felag

Landsstýrismaðurin svarar, at best hevði verið, um kommunur og land lyfta í felag, men at ikki ber til at forða fyri, at kommunurnar velja egnar loysnir. 

- Tað er vanligt at førleikamenna starvsfólk, men tað skynsamasta er, at land og kommunur loysa hesa avbjóðing saman og finna felags loysnir, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Hann sigur eisini, at arbeitt verður miðvíst fyri, at tey, sum eru í útbúgving á røktar- og umsorganarøkinum, fáa løn, meðan tey eru í útbúgving, men her mugu land og kommunur eisini lyfta í felag.

Ein møguleiki er at skipa útbúgvingarnar sum yrkisútbúgvingar, har løn og starvsvenjing eru grundleggjandi partur av  útbúgvingini, og eisini ber til at skipa fyri førleikameting og vaksnamannaútbúgving á økinum.

 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tá kunnu tey, sum hava ávísar royndir, fáa løn, meðan tey taka teir partarnar av útbúgvingini, sum tey mangla fyri at fáa fullan yrkisførleika, sigur landsstýrismaðurin.

Kannað verður, um til ber at fáa fleiri næmingakømur tætt við Heilsuskúlan. 

Ein loysn kann tryggja, at næmingar í Heilsuskúlanum skulu fáa møguleikan at lesa víðari á Fróðskaparsetrinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425