Nakrir skaðar í vindinum

Nakrir skaðar í vindinum
Løgreglan hevur fingið nakrar fráboðanir um skaðar í sambandi við vindin í gjár og í nátt.
 
15.09.2024 - 10:31

Eitt fólk misti bilhurðina í nógva vindinum, so hon kom í ein annan bil. Ein trampolin varð funnin úti á vegnum og nakað av leysum byggitilfari rakst í vindinum.

Í tveimum førum noyddist løgreglan manuelt at lata elektronsikar hurðar aftur, sum møguliga orsakað av streymsliti, vóru farnar upp og stóðu opnar.

Ein bileigari eftirlýsti fríggjadagin bilin hjá sær. Bilurin var funnin aftur leygardagin, og tá sat ein maður í honum. Løgreglan metir, at hann hevur stolið bilin, men maðurin noktar seg sekan.

Nógv áarføri hevur verið, og í Sandavági og í Kollafjarðardali fór ein á upp um áarbakkan.

Løgreglan fer í dag at kanna eitt harðskapsmál frá í nátt. Eingi vitni eru avhoyrd enn. - Neyðugt verður at samskifta á útlendskum máli, sigur vaktleiðarin.

Steðgaðu 50 bilum
Um 50 bilar vóru steðgaðir í nátt í Vágum. Dansur var í oynni. Men einki mál var skrivað. - Har var mest talan um foreldur, sum komu eftir børnum sínum, sigur vaktleiðarin.

Nógv fólk var í býnum í Havn í nátt, og tað var løgreglan eisini.

Vaktleiðarin sigur, at fleiri smámál vóru, sum løgreglan steðgaði. Hevði hon ikki gjørt tað, høvdu tey helst endað við broti á skilhaldsreglurnar ella við harðskapi.

Løgreglan steðgaði fleiri bilum í Havn, men har var einki mál skrivað, og løgreglan var eisini á Sandi fyri at steðgða bilum, men har møtti hon ongum bili.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846