Sálarfrøðiskipanin riggaði sum heild væl

Sálarfrøðiskipanin riggaði sum heild væl
Sálarfrøðitænasta, sum var roynd á Skúlatrøð í Klaksvik, er eftirmett
Skúlin á Skúlatrøð.
 
20.09.2024 - 07:01

Skal ein sálarfrøðitænasta sum tann, sum er roynd á Skúlatrøð í Klaksvik, gerast fyri alt landið, kostar hon fýra mió. kr., átta milliónir, skal hon vera fulla tíð.

Royndarskipanin á Skúlatrøð, sum vardi í trý ár, kostaði 800.000 kr.
  
Tað upplysir Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu.

Skipanin er eftirmett. 

Eftirmetingin vísir, at starvsfólk skúlans eru glað fyri skipanina.

Tey halda, at skipanin hevur verið til gagns fyri skúlan og teir næmingar, sum hava brúkt tilboðið.

Skipanin var ætlað næmingum, sum ikki longu eru knýttir at øðrum skipanum, so sum Sernámi, Barnaverndartænastuni ella Barna- og ungdóms psykiatriini. 

Eftirmetingin vísir ikki, at færri næmingar hava brúk fyri tænastum frá Sernámi ella fyri heima- og sjúkraundirvísing. 

Eftirmetingin vísir eisini, at tað merkti royndarskipanin, at hon er ein avbyrgd skipan, sum møguliga ikki á nøktandi hátt hevur samstarv við aðrar skipanir, tó við lutvísum undantaki av samstarvi við heilsufrøðingarnar.

Áðrenn Barna- og Útbúgvingarmálaráðið aftur fer at gera eina tílíka verkætlan, fer ráðið at gera greitt, hvat eftirmetingin skal fevna um, sigur Djóna Nolsøe Joensen.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815