Trý endaðu í brummuni

Trý endaðu í brummuni
Eitt mannfólk og eitt konufólk vóru liggjandi gestir hjá politinum í nátt, tí tey høvdu fingið ov nógv innanborða.
Politiið hevur havt tríggjar liggjandi gestir í nátt, nú nógv fólk var í býnum í Havn
 
21.09.2024 - 10:43

Nógv fólk var í býnum í Havn í nátt og í gjárkvøldið, tá ið millum annað 1500 starvfólk hjá Tórshavnar kommunu vóru í ítróttarhøllini á Hálsi og aðrar starvsfólkaveitslur eisini vóru.

- Tað hevur ikki verið so øgiliga nógv brúk fyri okkum kortini, sigur vakthavandi, ið tó upplýsir, at trý fólk hava gist í brummuni í nátt.

Talan er um eitt mannfólk og tvey konufólk, og tveir av náttargestunum har vóru ikki tørnaðir út enn, tá ið tosað varð við politiið um gott níggjutíðina í morgun.

Ein varð tikin longu klokkan 20 í gjárkvøldið og hini bæði ávikavist klokkan 2.30 og 3.30 í nátt.

Tvey teirra vóru eisini ólátað mótvegis politinum og øðrum, og eitt teirra fær bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037