Bankarnir skulu rinda bústaðargrunnin

Bankarnir skulu rinda bústaðargrunnin
Føroysku bankarnir skulu gjalda 20 milliónir krónur um árið komandi tíggju árini í einum bústaðargrunn, so grunnurin fær eina eginogn upp á 200 milliónir krónur
Peningastovnarnir skulu rinda bústaðargrunnin
 
23.09.2024 - 19:05

Fyrstuferð keyparar kunnu læna fimm prosent til eginfígging til keyp av bústaði,

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

Tað er trupult hjá fólki at savna sær nóg mikið av eginpeningi, tá fyrstuferð keypandi skulu seta føtur undir egið borð, sigur Sambandsflokkurin, ið hevur nøkur tilmæli um bústaðarpolitisk átøk, hvussu tað skal gerast lættari hjá ung- og barnafamiljum við lág- og miðal inntøku at sleppa inn á bústaðarmarknaðin.

Millum annað mælir Sambandsflokkurin at seta á stovn ein bústaðargrunn við 200 milliónum krónum, har fyrstuferð keyparar kunnu læna fimm prosent til eginfígging av útvegan av bústaði -  tó í mesta lagi upp til 200.000 krónur. 
Tær 200 milliónir krónurnar skulu føroysku bankarnir vera við at fíggja, har bankarnir skulu gjalda 20 milliónir krónur um árið komandi tíggju árini, áðrenn bústaðargrunnurin verður sjálvvirkandi, sambært Bárði á Steig Nielsen, formann í Sambandsflokkinum.


Hoyr innslagið her.
 

200_mio_til_net


 

Gongur út yvir bankarnar

Søren Bruun, stjóri í Suðuroyar Sparakassa sigur, at hetta fer at ganga út yvir at liva upp til herdu krøvini við ymiskum buffarum til bankarnar. 

Stjórin í Suðuroyar Sparikassa metir, at fer útboðið av bústøðum ikki upp, so fer húsamarknaðurin bara at dýrkast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985