Samtykkja í dag at yvirtaka grunn

Samtykkja í dag at yvirtaka grunn
Í dag fer løgtingið at samtykkja at yvirtaka Íleggingargrunnin
Forsætisráðharrin og løgmaður eru vorðin samd um, at Íleggingargrunnurin skal gerast føroyskur.
 
25.09.2024 - 05:59

Í dag fer løgtingið at samtykkja at yvirtaka Íleggingargrunnin.

Uttanlandsnevndin tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrinum í áliti sínum.  

Yvirtøkan verður 1. januar 2025.

Síðani miðskeiðis í 70árunum hava føroyingar umsitið Íleggingargrunnin við einum stýri, har landsstýrið tilnevnir formannin ella forkvinnuna og limirnar í stýrinum og ásetir nærri reglur um, hvussu grunnurin skal rekast.

Einki verður sagt um, hvussu pengarnir í grunninum skulu brúkast, tá hann er yvirtikin.

Galdandi lóggáva um grunnin verður verandi í gildi, til føroyskir myndugleikar vilja broyta ella avtaka hana. 

Tað merkir eisini, at verandi stýri verður sitandi.

Ogn grunsins er 653 mió. kr.

Á tingfundinum, sum byrjar kl.11.00, verður eisini aðalorðaskifti um Málráðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891