Erdogan samanber Netanyahu við Hitler

Erdogan samanber Netanyahu við Hitler
Ísraelski forsætisráðharrin átti at verið steðgaður nú, segði turkiski forsetin á ST-aðalfundinum í gjár
Turkiski forsetin gav ilt av sær á røðarapallinum í ST í gjár.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
25.09.2024 - 08:06

Turkiski forsætisráðharrin, Recep Tayyip Erdogan, samanbar ísrelska forsætisráðharran við Adolf Hitler í røðu síni á aðalfundinum hjá ST í New York í gjár. 

- Eins og Hitler var steðgaður fyri 70 árum síðan, átti Benjamin Netanyahu at verið steðgaður nú, segði Erdogan m.a.

Sambært danska kringvarpinum, er hetta ikki fyrstu ferð, at turkiski forsætisráðharrin hevur gjørt líknandi samanberingar. 

Erdogan legði eisini eftir vesturheiminum og teirra sonevndu virðum, sum hann tók til, fyri ikki at steðga krígnum í Gasa.

- Tey lond, sum virka fyri vápnahvíld, senda samstundis vápn til Ísraels, segði Erdogan. Hann sipaði til USA, og legði afturat, at tey vesturlendsku virðini doyggja í løtuni í krígnum í Gasa. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891