- Tíðindi, mentan og ítróttur
Les føroyskt-vika í Kringvarpinum

Í døgunum 9.-15. november verður sjóneykan sett á føroyskar bókmentir og at lesa føroyskt.
Í sambandi við bókadagar hava Rithøvundafelagið og Kringvarpið tikið stig til Les føroyskt-vikuna. Skráin í Kringvarpinum verður rúgvusmikil við fjølbroyttum og áhugaverdum evnum, sum snúgva seg um lesing, tí vit vilja varpa ljós á tað at lesa føroyskt.
Skráin í Kringvarpinum verður rúgvusmikil og fevnir um ymisk evni, sum snúgva seg um lesing og føroyskar bøkur.
Hvønn gerandismorgun tosa vit við rithøvundar í barnaútvarpinum, sum hava givið nýggjar bøkur út. Í Morgunsendingini verður upplestur og prát við rithøvundar, og hvønn gerandisdag klokkan 12.00 verður Dagsins yrking send. Aftaná verður tátturin Tekstur til tónleik, har kendir yrkjarar, sum skriva til kendar tónleikarar, greiða frá.
Týsdagin klokkan 17.05 byrjar eitt nýtt umfar av poddvarpsrøðini Ung lesa. Mikudagin klokkan 17.05 er Vágskálin á skránni, og hósdagin klokkan 17.05 er Kultura. Í Breddanum verður orðaskifti um lesing.
Sunnudagin verður fyrsti partur av bókini "Ikki fyrrenn tá" sendur. Oddfríður Marni Rasmussen skrivaði bókina, sum fekk fyrstu virðisløn í skaldsøgukappingini hjá Føroya Bókhandlarafelag í 2019.
Hvørt kvøld í Les føroyskt-vikuni verður ein sending úr savninum um føroyskar rithøvundar víst. Sendingarnar snúgva seg um Ebbu Hentze, Heðin Brú, Christian Matras og Jens Paula Heinesen.
Børnini kunnu eisini síggja og hoyra sendingar á VIT. Á heimasíðu okkara eru sendingar um føroyskar bókmentir savnaðar undir teiginum Les føroyskt vika, sum er tøkur bæði á Ljóð og Sjón.







