Tyrlan boðsend tvær ferðir hesa vikuna

Tyrlan boðsend tvær ferðir hesa vikuna
Í gjár var tyrlan við Trælanípuna eftir ferðafólki, sum breyt fótin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
26.09.2024 - 08:22

Tvær ferðir í hesari vikuni hava verð boð eftir tyrluni hjá Atlantic Helicopters at flyta ferðafólk til Landssjúkrahúsið.

Fyrrapartin mánadagin breyt eitt ferðafólk beinið á Kallinum, ella við Eggjarnar, á Kalsoynni.

Og í gjár var tyrlan við Trælanípuna eftir ferðafólki, sum breyt fótin.

Hetta er 11. ferð í summar, at tyrlan fer eftir fólki, sum antin eru dottin í haganum ella hava gingið seg føst. 

Tey flestu eru útlendingar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442

Annað frá KVF