- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Eg livi fyri fagnaðin

Artpop er fjórða studiofløgan hjá ungu sangarinnuni Lady Gaga, sum verður at finna í handlunum 11. november. Upptøkurnar byrjaðu longu í 2011, tá Lady Gaga var á Born This Way-konsertferðini. Sjálv er Stefani Germanotta, sum er føðinavn hennara, sera vælnøgd við liðna úrslitið og skrivar á Twitter, at "móttaka eitt eintak av fløguni gjørdi tað veruligt" og kallaði hana "bestu fløguna næstu túsund árini".
12. august i ár kom fyrsta staklagið av fløguni út, ið kallast Applause. Tað eru deildar meiningar um hetta lagið. Summi halda, tað vera eitt heilt fantastiskt lag, meðan onnur halda, tað er eitt tað vánaligasta lagið, ið enn er skrivað. Lagið hevur fingið ringa umtalu frá millum annað Perez Hilton og Billboard. Lady Gaga hevur vart lagið á Twitter-brúkara sínum:
- "Applause" er ein sera týdningarmikil sangur fyri meg, tí hann umtalar tað, sum nógv halda um "kend fólk". At vit "gera tað" fyri uppmerksemi, skrivaði sangarinnan og helt áfram:
- Men summi av okkum í hesum bólkinum, ið kallast "kend fólk", eru "listafólk", og tað, sum vit skapa, livir ikki víðari, um eingin fjøld er at minnast tað.
- So, eg havi kanska tørv á tykkara uppmerksemi fyrst, so eg kann syngja tykkum mín sang. Men tað er fagnaðurin eftir sýningina, sum letur meg vita, um eg havi undirhildið tykkum.
Hoyr Applause her.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




