Fimm tilboð at byggja høll til pantíløt

Fimm tilboð at byggja høll til pantíløt
Høllin skal eftir ætlan vera liðug um eitt ár
Nýggja skipanin skal gera tað lættari hjá fólki at sleppa av við pantíløt á einum stað.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.10.2024 - 08:10

Fimm veitarar hava boðið upp á arbeiðið at byggja umskipanarhøll, sum skal taka ímóti og avskipa pantíløt.

Í næstum fer IRF at tosa við veitaran, sum hevði lægsta boð, sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri í IRF.

 

Sigurd L. Lamhauge. (Mynd: IRF)

 

Høllin skal byggjast í gamla grótbrotinum í Sandavági.

Nýggja skipanin skal gera tað lættari hjá fólki at sleppa av við pantíløt á einum stað, sum IRF síðan heintar og flytir til nýggju høllina. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03102024_Pantholl


 

Kravið í nýggju pantskipanini er, at fólk fáa goldið pant fyri íløt, sum eru skrásett, tá tey koma til landið.
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442

Annað frá KVF