Hans Jákup Langgaard gevst sum stjóri í Posta

Hans Jákup Langgaard gevst sum stjóri í Posta
Hann hevur verið stjóri síðani 1. desember í fjør
Hans Jákup Langgaard hevur sagt seg úr starvi á Posta.
 
08.10.2024 - 15:15

Hans Jákup Langgaard hevur sagt seg úr starvi sum stjóri á Posta 1. november.

- Eg havi verið glaður fyri tíðina á Posta, hóast úrslitið fyri 2023 var avbjóðandi. Tað hevur verið ein hendingarík tíð, sum hevur kravt nógvar broytingar fyri at venda gongdini. Vit hava skapt eitt gott grundarlag fyri víðari rakstri, sigur Hans Jákup Langgaard í tíðindaskrivi frá Posta. 

Joen Magnus Rasmussen, nevndarformaður í Posta, sigur, at nú verður farið undir eina tilgongd at seta nýggjan stjóra.

Hans Jákup Langgard hevur verið stjóri á Posta síðan 1. desember 2023, og hann verður tøkur hjá Posta, tað sum er eftir av árinum.

Meira verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 16, tá samrøða verður við Hans Jákup Langgaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327