Fráfarandi Posta-stjórin fær løn í hálvt ár og 200.000 kr. í bonus

Fráfarandi Posta-stjórin fær løn í hálvt ár og 200.000 kr. í bonus
Hetta er innan fyri karmin av stjórasáttmálanum, sigur nevndarformaðurin í Posta
Hans Jákup Langgaard hevur verið stjóri í Posta síðani 1. desember í fjør. Nú hann hevur sagt upp, fær hann bæði løn í seks mánaðir og bonus.
 
16.10.2024 - 13:08

Hóast hann sjálvur segði upp eftir bara 10 mánaðum í starvi, so fær fráfarandi stjórin á Posta løn í hálvt ár og 200.000 krónur í bonus.

- Tað er innan fyri karmin av stjórasáttmálanum, sigur Jóan Magnus Rasmussen, nevndarformaður.

Hans Jákup Langgaard segði seg brádliga úr stjórastarvinum á Posta, sum hann bara hevði sitið í síðani 1. desember í fjør.

Dagin eftir verður landsstýrismaðurin í innlendismálum, sum varðar av Posta, Bjarni Kárason Petersen, kunnaður um støðuna. 

 

Joen Magnus Rasmussen.

 

Kom óvart á

Á kunnandi fundinum við landsstýrismannin upplýsir nevndarformaðurin í Posta, Jóan Magnus Rasmussen, at uppsøgnin er komin óvart á nevndina, og at tað kom illa við, at stjórin nú fer frá. Tí arbeiðið at tillaga raksturin hevur gingið eftir ætlan. 

Á fundinum verður eisini upplýst, at ein avtala er gjørd við stjóran, sum nú hevur sagt upp, og at henda avtala er innan fyri karmin av stjórasáttmálanum.

Jóan Magnus Rasmussen sigur soleiðis um avtaluna, hann gjørdi við Hans Jákup Langgaard:

 

16012024__Posta_1


 
Stjórin fær altso bæði løn í seks mánaðir, frá 1. november at rokna, umframt bonus - sjálvt um hann sjálvur valdi at siga upp, og nevndin annars var nøgd við hansara arbeiði. 

Bæði uppsagnarløn og bonus stóðu í stjórasáttmálanum:

 

16102024_Posta_2

 


 
Jóan Magnus Rasmussen vil tó ikki upplýsa, hvat mánaðarlønin er hjá nú fráfarandi stjóranum í almenna partafelagnum Posta.

Spurdur, um tað er gott fyri Posta, at stjórin sjálvur sigur upp, og kortini fær seks mánaðarlønir og 200.000 krónur í bonus við sær, svarar nevndarformaðurin soleiðis:

 

161202024_Posta_3


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650