FSF: Uppsøgnin kostar meira enn eina millión

FSF: Uppsøgnin kostar meira enn eina millión
Útgangsstøðið í sáttmálanum er, at landsliðsvenjarin skal hava løn í uppsagnartíðini
Uppsøgnin av Håkan Ericson kostar Fótbóltssambandinum meira enn eina millión kr.
 
17.10.2024 - 14:20

Dagført.

Tað fer at kosta Fótbóltssambandinum meira enn eina millión krónur at loysa Håkan Ericson úr starvinum sum føroyskur landsliðsvenjari.

Tað váttar Christian Andreasen, forseti í FSF. 

Lønin hjá føroyska landsliðsvenjaranum er ikki almenn, og av tí at føroyska fótbóltssamgongan er ikki fevnd av almennum innliti, ber ikki við vissu til at fáa at vita, hvussu nógv landsliðsvenjarin fær í løn. Men forsetin í Fótbóltssambandinum váttar, at lønin er "skeivu megin" hálva aðru millión krónur, sum hann tekur til. 

 

Skal hava løn í uppsagnartíðini

Håkan Ericson tók við sum venjari 1. januar 2020, tá hann gjørdi ein fýra ára sáttmála við FSF. Hesin sáttmálin var í august í fjør longdur við tveimum árum, til endan av 2025, men tá samstarvið nú er slitið gott og væl eitt ár fyri tíð, so kostar tað fótbóltssambandinum pengar. 

Tað váttaði Christian Andreasen, fótbóltsforseti, eisini í tíðindasendingini á nátturða í gjár. Men tá vit í dag spyrja hann, hvussu nógv FSF skal gjalda fyri at sleppa úr sáttmálanum, sigur hann, at útgangsstøðið er, at partarnir hava ein sáttmála sum varar alt 2025.

Sambært sáttmálanum hava partarnir tó eina uppsagnarfreist, og útgangsstøðið er, at landsliðsvenjarin skal hava løn í uppsagnartíðini. 

 

Christian Andreasen er formaður í FSF. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Oman fyri milliónina

Christian Andreasen vil ikki seta nakra endaliga upphædd á, men sigur, at uppsagnarlønin til landsliðsvenjaran liggur oman fyri eina millión krónur.
Tað ber tó ikki til at siga, hvussu stór endaliga meirútreiðslan verður. Tað veldst um, nær nýggjur venjari verður settur. Endaliga meirútreiðslan fyri FSF verður í prinsippium tann “meirløn”, sum FSF skal rinda í 2025 í sambandi við setan av nýggjum venjara. 

- Fíggjarliga er støðan tó tann, at FSF  “sparir” nakrar hundrað túsund krónur, tí lands­liðsvenjarin fær ikki løn frá FSF alt 2025, men samlaða roknistykkið verður helst, at meirútreiðslan fyri FSF fer at liggja omanfyri eina millión krónur, sigur Christian Andreasen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. apríl
Skratsj 22. apríl 2026
207404
Mikudag 22. apríl
Orðaval #35: Móðurmálsdagurin
207393
Mikudag 22. apríl
Morgunlestur mikudagur 22.apríl 2026
207136
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325