U19-flogbóltskapping í Havn: Liðini eru tikin út

U19-flogbóltskapping í Havn: Liðini eru tikin út
Liðini hjá bæði kvinnum og monnum eru tikin út til árligu NEVZA kappingina fyri U19-landslið, sum verður í Føroyum í næstum
Føroysku U19-kvinnurnar leggja út við dysti ímóti Norra, tá NEVZA-kappingin fyri U19-landslið verður um vikuskiftið
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
21.10.2024 - 17:39

Føroysku liðini hava fyrireikað seg í eina tíð, og nú hava venjararnir tikið spælararnar út, sum skulu spæla í árligu NEVZA kappingini fyri U19-landslið, sum verður í Havn í næstum.

Ragnar í Haraldstovu og Hanna Andriasdóttir Olsen eru venjarar hjá kvinnum, og hava tikið hesar spælararnar út:

Nicola Toftegaard, Saranja Mouritsen, Bára Leonsson Mouritsen, Marita Heinadóttir, Osla Johannesen, Maria Teresa Vitalis, Arina Joensen, Sofía Weihe Simonsen, Anja Sólja Niclasen, Ása Thorkildshøj, Ranja Jóhannesdóttir Magnussen og Miriam Johannesen.

Venjararnir hjá U19 monnunum, Boban Ilic og Oleksandr Dmytriiev  hava úttikið hesar 12 leikararnar til kappingina:

Tóki í Haraldstovu, Filip Ilic, Elias Ellingsgaard Petersen, Vuk Ilic, Róar í Haraldstovu, Adrian Lind Jacobsen, Árni Lamhauge Mohr, Óli Kluftá Hvítklett, Hákun Nón, Rani Ákason, Silas Poulsen og Lukas Poulsen.


Føroysku menninir, sum skulu spæla NEVZA-kapping fyri U19-landslið komandi vikuskiftið. MYND: Flogbóltssamband Føroya

 

Flogbóltssamband Føroya verður vertur fyri NEVZA-kappingunum næstu trý árini. Annað hvørt ár er kappingin undankappingin til U20 Eurovolley-kappingina og annaðhvørt ár er kappingin ein vanlig NEVZA-kapping. Føroyar, Ísland, Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark og Ongland hava møguleika at luttaka, skrivar Flogbóltssambandið.

Kappingin verður í Høllini á Hálsi fríggjadagin til sunnudagin. Kvinnurnar leggja fyri fríggjadagin kl. 10:00, tá tær hitta Noreg, ímeðan mennirnir spæla sín fyrsta dyst fríggjadagin kl. 13:00 í móti Svøríki.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065