Rætturin til vatnið - og til SEV

Rætturin til vatnið - og til SEV
Tað verður evnið í Kjakinum eftir Dag og Viku í kvøld, har Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV og Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum eru gestir. Bogi Godtfred er vertur.
 
22.10.2013 - 10:45

Herfyri fór einkar-rætturin hjá SEV til vatnorku-útbyggingar úr gildi, og SEV fer neyvan aftur at fáa óskerdan rætt til vatnið, men má kappast við onnur feløg, tá talan er um at gera íløgur í orku-veitingina her á landi.

Og SEV kann missa meira enn einkarrættin til vatnið, tí landsstýrismaðurin í vinnumálum vil hava, at landið fær ávirkan á SEV, sum kommunurnar jú eiga.

Men um SEV missir einkarrættin til vatnið - og at byggja út vatnorkuna, hvør skal so hava tann rættin, og skal ynskið hjá Johan Dahl eftirlíkast, um at landið skal hava størri ávirkan á elkervið, og hvussu tað skal útbyggjast.

Skal tað gerast í eini avtalu millum landið og SEV, kann landið ígjøgnum lóggávu tryggja sær størri vald á SEV - ella skal landið keypa SEV?

Tað verður evnið í Kjakinum eftir Dag og Viku í kvøld, har Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV og Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum eru gestir.

Bogi Godtfred er vertur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595